Nú skrivar heimasíðan hjá Smyril Line, at ársins ungdómstúrur fer eisini at bjóða tónleik frá einum av Føroya populerastu bólkum ? nevniliga Páll Finnur Páll. Ungdómstúririn hjá Norrønu er nú vorðin eitt afturvendandi tiltak, sum Smyril Line skipar fyri.
Á hvørjum árið hevur Smyril Line borðreitt við góðum livandi tónleiki, umframt fleiri DJ-showum.
Í ár verður tað Páll Finnur Páll og Eyðun Nolsøe, sum standa fyri livandi tónleikinum.
Haraftrat verða Dj Cool, Dj Tummix, Crapman og Dj Rex.