Leygarkvøldið kláraði tónleikabólkurin Páll Finnur Páll at kapra 1. plássið frá Høgna Reistrup inni á 15 teimum bestu. Høgni hevði ligið sum nr. 1 fimm tær seinastu vikurnar við lagnum ?Vit vita at so er?, men nú er hann so fluttur niður á 2. plássið.
Stuttligt er eisini, at helvtin av Páll Finnur Páll spælir á lagnum hjá Høgna.
Páll Finnur Páll, sum seinasta leygardag lógu sum nr. 2, liggja ovastir hesa vikuna við lagnum ?Viðurkenning?. Hetta lagið er av fløguni hjá teimum ?Fram á hermótið?, sum kom út fyrr í hesum árinum. Fyribils hevur lagið ligið inni á 15 teimum bestu í 3 vikur.
Enski James Blunt er nr. 3 á listanum hesa vikuna við ?1973? av fløguni ?All the lost souls?.
Eisini kann nevnast, at Guðrið Hansdóttir, sum hevði útgávukonsert við fyrstu fløguni hjá sær fríggjakvøldið, er komin beinleiðis inn á 4. plássið!