Páll Finnur Páll royndarkoyrir í Cippo

Leygarkvøldið spæla Páll Finnur Páll í dansistaðnum Cippo. Umframt tað gamla verður spildurnýtt tilfar at hoyra

Páll Finnur Páll er nú av álvara farin at brynja seg til summarið. Bólkurin, sum framførdi á Asfalt seinasta vikuskiftið, skal spæla bæði á Jóansøkufestivalinum, G! Festivalinum og á Summarfestivalinum; men skráin fyri summarið fevnir um annað enn festivalar. Leygarkvøldið spælir Páll Finnur Páll í dansistaðnum Cippo í Havn, og tað verður nógv nýtt á skránni. Fríggjadagin fer bólkurin nevniliga á venjingarlegu í Leynum at venja nýggju løgini, sum verða við á triðju fløguni, ið kemur út seinni í summar, og endaliðurin í venjingarleguni er Cippo, har hesi løg - eins og gomlu slagararnir - verða framførd.
Fólk kunnu sostatt vænta bæði fúl, fitt og spildurnýggj løg frá Páll Finnur Páll, tá manningin fer á pall leygarkvøldið, sum nærmast er ein generalroynd upp á summarið.
 
Nýtt anlegg
Karmarnir fyri konsertini í Cippo skuldu verið í lagi. Og meir enn so. Spælistaðið í Havn hevur nevniliga investerað í dýrt ljóðanlegg, sum fyrstu ferð verður royndarkoyrt hetta leygarkvøldið, tá Páll Finnur Páll farmføra. Nýggja anleggið er ein roynd at víðka um mentanarliga útboðið í Cippo - frá at verða ein matstova, ein ítróttarbarrr og eitt DJ-show -  til at vera eitt stað, har góður livandi tónleikur verður settur í fokus. Umframt Páll Finnur Páll er avtalað gjørd við aðrar góðar konsertbólkar, so sum All That Rain og Showmenn um  at spæla har í summar.