Tá ið Voxbotn fer av bakkastokki 29. juni, verður tað eisini við Føroya best umtókta bólki í nýggjari tíð - Páll Finnur Páll.
Tað skrivar fyrireikararnir av festivalinum Voxbotn í morgun.
Teir vísa á, at seinastu 10 árini hava Páll Finnur Páll ferð eftir ferð savnað tjóðina við sínum vælsvingandi og provokerandi sangum.
Við hittum sum Forelskaður Sjónleikari, Herbergið, Eg, Fari mín Egna Veg, Mín Russiski Vinur, Grannin og mangt annað hava menninir í Páll Finnur Páll tikið Føroyar á bóli og savnað tjóðina óteljandi ferðir. Umframt eina ørgrynnu av hittum, eru Páll Finnur Páll eisini at meta sum besti live bólkurin í Føroyum, og hvørja ferð teir trína á ein pall, kunnu áskoðararnir vænta eitt brak av einari framførslu, skriva fyrireikararnir, og leggja afturat: Tað er eingin ivi um, at Páll Finnur Páll fara at geva øllum Voxbotn fjepparum eina festliga, fríska og freka løtu 29. juni, tá ið teir byrja sína summarrundferð í ár í Voxbotni.
?