Páll Finnur Páll og regatta í Keypmannahavn

Leygardagurin og kvøldið við bjóða føroyingum í Keypmannahavn bæði kappróður og dans við føroyskum bólki. Páll Finnur Páll spæla í Føroyahúsinum og tað gera teir aftaná, at regatta hevur verið í Sydhavnini, sum róðrarfelagið Knørrur skipar fyri.

 

Regatta?in byrjar klokkan tvey seinnapartin, Heini Davidsen verður frásøgumaður. Klokkan tíggju um kvøldi fara Páll Finnur Páll á pall í Føroyahúsinum. Royndirnar siga, at tað plagar at fyllast hampiliga skjótt í Føroyahúsinum, tá Páll Finnur Páll spælir, so fyrireikararnir heita á fólk, um at koma nóg tíðliga.

 

Hetta er fjórða árið, at Knørrur skipar fyri regatta. Somuleiðis er tað fjórða ferðin, at Páll Finnur Páll spælir í Føroyahúsinum.