ÙTGÀVA
?Øll hava vit ein bermann í búkinum, kunsturin er at lurta eftir honum.
Soleiðis ljóðar ein av orðingunum í fløguhúsanum í nýggju fløguni hjá bólkinum Páll Finnur Páll. Hetta er sitat frá limunum í bólkinum. Og hesin góði bermaður er nakað, sum gongur aftur á hesari fløguni. Heitið á fløguni er eisini Bermenn.
Men vit einki at vita, hvør hesin bermaður er.
?Tað fyrsta lagið vit gjørdu sum bólkur kallast Ber og røtur, og hesin sangurin snúði seg um bermannin, sum deildi seg í fýra. Og hann hevur líkasum fylgt okkum allanvegin ? ein reyður tráður í tónleikinum, sigur Finnur Jensen, sum er annar av oddamonnunum í bólkinum.
Bólkurin telist ikki millum teir mest kendu í Føroyum. Teir vóru við á Prix Føroyum, men spældu seg ikki í finaluna. Hæddarpunktið hjá bólkinum er at hava ligið nummar tvey á 15 tær bestu eitt skifti herfyri.
Bólkurin hevur eisini verið við á Livandi tónleikur, sum FUT gav út í fjør.
Í student
Bólkurin Páll Finnur Páll eigur millum limirnar tveir, sum kallast Páll, og ein Finnur. Harav navnið við upplagda tvímerkingini. Manningin á fløguni er:
Páll Oddur Rubeksen sang, Finnur Jensen sang, Páll Georg Hammer ljómborð, Høgni Fagraberg gittar og bass, Ìsak Sambleben fiól, Høgni Reistrup, sello og Rúni Mourtitsen trummur.
Fleiri av tónleikarunum kenna fólk kanska aftur frá bólkinum Lawetz.
Aldurin á tónleikarunum er millum 19 og 21. Upprunan til bólkin finna vit í Studentaskúlanum í Hoydølum, har ein partur av manningini gongur og ein annar partur hevur gingið.
?Vit byrjaðu at spæla til smærri tiltøk, og tá ein fløgu skuldi gerast við tónleiki úr Hoydølum, so funnu vit útav, at hetta var nakað, vit høvdu hug til at halda áfram við, sigur Finnur Jensen.
Limirnir kennast fleiri frá fyrr av, og teir hava nýtt nógva tíð til at fáa fløguna tikna upp og útgvina.
?Vit keyptu ein upptøkupult og hava tikið fløguna upp heima hjá okkum sjálvum og í ymsum húsum. Við góða stuðulinum, vit hava fingið, hevur tískil ikki verið so dýrt at framleiga fløguna, um vit eitt nú vóru farnir í studio, sigur Páll Oddur Rubeksen.
Nú fløgan er komin í handlarnar, so eru teir bara heilt væl nøgdir.
?Hetta hevur tikið sína tíð, men nú eru vit spentir at síggja. Vit meina eisini, at fløgan er feit, sigur Finnur Jensen, sum leggur dent á, at teir longu eru farnir ígongd við teirra næsta útgávu.
Sermerkt
Á fløguhúsanum stendur at lesa, at fløgan telir tíggju løg. Finnur Jensen og Páll Oddur Rubeksen hava skrivað hvør sína helvt av løgum og tekstum.
?Tað er ein munur á okkum báðum. Vit skriva hvør sítt slag av tónleiki. Páll Oddur er meira eksperimenterandi og súrgaður, og eg eri kanska meira lættur í stílinum, sigur Finnur Jensen.
Í øllum førum ferðast bólkurin víða á løguni. Heilt frá universinum við bermanni og øðrum undarligum verum til ólukkuliga forelskaða sjónleikaran.
Bólkurin er stundum sermerktir við heldur fúlum og ágangandi tekstum. Hetta kann tykjast fjákut, og teir hava eisini fingið nøkur hørð ummælaraorð við á vegnum. Sjálvir vissar teir um, at hetta hevur meining.
?Tað býr nakað aftanfyri tónleikin hjá okkum. Hetta er kanska fyrst og fremst ein máti at takla tabuir, sigur ein sannførandi Páll Oddur Rubeksen.
Serliga lagið Lær at siga noy, sum snýr seg um ein misnýttan drong, hevur fingið toyggið frá fleiri, men sjálvir halda teir hetta vera misskilt.
?Vit eru eisini ungir og hava kanska lættari við at syngja um hetta. Vit flenna sjálvandi eisini við hvørt eftir sangunum, men er nakað galið við tí, spyr Finnur Jensen.
Jón McBirnie hevur ljóðblanda fløguna, Thomans Koba hevur gjørt húsan, Lehnert Kjeldsen mastrað og Páll Finnur Páll geva sjálvir fløguna út.
Mynd: Bólkurin Páll Finnur Páll og teirra egna Bermaður eru komnir út við einari nýggjari fløgu.
Mynd: Heri á Rógvi