Páll Finnur Páll á Ólavsøkukonsertina

Eins og Eyðun og Terji hevur Páll Finnur Páll smíðað hópin av løgum, sum eru vorðin hitt í Føroyum. Og eins og fyrimyndirnar fer Páll Finnur Páll á pall á Ólavsøkukonsertini.

 

Páll Finnur Páll venda sær helst til yngra ættarliðið, men mangur má ásanna, at tað illa ber til at lata vera at smásyngja við, tá ið nærum øll onnur gera tað. Hetta hava konsertirnar hjá bólkinum kring landið víst. Eitt nú má konsertin hjá teimum á G!Festivalinum í fjør metast at vera ein tann besta framførslan á føroyska tónleikapallinum nakrantíð.

Páll Finnur Páll eru eisini í ferð við nýggja fløgu ,og vónandi fara vit at hoyra okkurt nýtt frá teimum á Ólavsøkukonsertini. Har sum Páll Finnur Páll eru til staðar, er altíð lív í.