Um vikuskiftið hava Páll Finnur Páll framførslur í Klaksvík og í Havn. Fríggjakvøldið spæla teir í KÍ høllini í Klaksvík og leygarkvøldið á Rex í Havn.
Páll Finnur Páll góvu í fjør nýggja fløgu út. Fløgan verður av fleiri roknað sum helst besta útgávan hjá bólkinum. Síðani hevur Páll Finnur Páll havt fleiri liveframførslur, har teir aftur og aftur hava víst, at teir eru ein av bestu livebólkunum í landinum.
Páll Finnur fara fum vikuskiftið spæla sangir av nýggju útgávuni. Teirra millum eru Eg drepi meg sjálvan, Góðir gamlir dagar og Rennisangurin. Og bólkurin fer sjálvsagt eisini at tríva í teir góðu gomlu sangirnar eisini.
Tiltakið í KÍ-høllini fríggjakvøldið byrjar á midnátt, og tað er Bláa Skýlið, ið skipar fyri.