Fyrsta føroyska navnið á Jóansøkufestivalinum er nú kunngjørt. Tað eru limirnir í Páll Finnur Páll, ið fara á pall á joansøku, skrivar www.joansokufestivalurin.com
Páll Finnur Páll er langt síðan vorðin fólkaogn. Bólkurin hevur eini heilt serlig evni at skriva fangandi og syngivið-vinarlig poppløg. Lagið Forelskaður Sjónleikari av fyrru fløguni hjá bólkinum er tað størsta popp hittið í føroyskum tónleiki seinastu nógvu árini. Á nýggju fløguni hjá bólkinum, fær rokkurin ein eitt sindur størri leiklut.. Fleiri tekstir hjá teimum eru so ófantaligir, at teir ikki kunnu verða spældir í føroysku loftmiðlunum. Tað gerst so serliga langt úti, tí hesar ófantaligheitir verða bornar fram í fittum popp hami. Men Páll Finnur Páll er altíð frálíkur á konsertum. Bólkurin er stutt sagt ein av bestu føroysku tónleikabólkunum í løtuni.
Jóansøkufestivalurin fer í komandi viku at avdúka enn fleiri nøvn, ið fara á pallin á jóansøku