Páll Finnur Páll á Jóansøku

 

Suðuroyingar fáa vitjan av tí fúla og freka bólkinum á Jóansøku, tá ið Páll Finnur Páll trína á pallin í Seglloftinum á Tvøroyri.

 

Tað verður fríggjakvøldið á Jóansøku, at Páll Finnur Páll spæla á

Seglloftinum.

 

Sama kvøld trínur bólkurin hjá Jens Marna Hansen, Roller Band á pallin. Talan er um Jens Marna Hansen, Henning Nicodemussen og Kristoffur Mørkøre,

sum skulu framføra á í stóra veitslu teltinum. Haraftrat verður countrykongurin, Hallur Joensen í Seglloftinum

leygarkvøldið.