Páll Finnur Páll halda páskir í Luux

Í kvøld – eftir midnátt – fara teir í Páll Finni Páll at spæla frekar sangir í Luux.

 

Í gjár kom løgreglan við einum yvirliti yvir, nær vit kunnu dansa alment um páskirnar. Í yvirlitinum var ein lítil glotti hjá dansistøðunum at hava opið leygarnáttina.

 

Tað sigur Rúni Djurhuus, sum millum annað rekur dansistaðið Luux í Havn

 

Hann sigur, at tey í Luux gjørdu skjótt av og heittu á Páll Finnur Páll um at gevast við at halda páskafrí, finna reyðu skjúrturnar og instrumentini fram og fara oman í klubbagarðin í Havn at undirhalda við sínum freku og undirhaldandi tónleiki í kvøld.