Hvør Finnur hvønn á G!? Svarið er einfalt: Páll Finnur Páll á G!, og har fer millum annað at verða borðreitt við ársins stóra útvarpshitti og landaplágu frá í fjør, Forelskaður Sjónleikari, sum setti met á 15 teim bestu við 43 vikum á listanum, harav 10 vikur á fyrsta plássi
Á skránni verða, umframt áðurnevnda Forelskaða Sjónleikara, eisini onnur løg, ið hava roynt seg á 15 teim bestu, GOA Land og Drykkju/Kærleiksvísan, eins og áhoyrarar kunnu vænta at hoyra onnur løg frá fløguni, Bermenn, umframt nýggj løg, sum verða við á næstu fløguni, ið eftir ætlan verður givin út seinni í ár.
Tónleikurin hjá Páll Finni Páll er settur saman sum eitt passaligt bland av fólkatónleiki, brit poppi, og nakað harðari tónum, parað við bæði fittum kærleikssangum og "óhóskandi fyri børn" ónærisligheitum ? alt hetta, boðið út við einum undirspældum skemtiligum og ironiskum undirtóna.
Páll Finnur Páll, eru eftir stuttari tíð eru vorðnir fólkaogn millum føroyskan ungdóm, og teir møta upp á G! við sterkastu manning, seks manns, umframt ein gittarleikara afturat. Eyka gittarin er fyrst og fremst við fyri at kunna spæla tvær-streingaðar soloir, júst sum soloir eiga at spælast ? í ektaðum 80´ara stíli.
Manningin í PFP er henda:
Páll O. Rubeksen, sang og gittar, Finnur Jensen, sang og gittar, Páll G. Hammer, tangentar, Høgni Fagraberg, el-gittar, Ísak Sambleben, bass, Eyðun Egilstrøð, trummur.