Páll Finnur Páll finna føroyingar í Keypmannahavn

Leygarkvøldið spæla Páll Finnur Páll í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Bólkurin hevur vitjað í Føroyahúsinum á Vesterbrogade fyrr og tá hevur húsið verið stúgvandi fult. Tí heita fyrireikararnir, sum er útisetafelagið ÍF Føroyar, á fólk, um at koma í góðari tíð.

 

Dyrnar í Føroyahúsinum leygarkvøldið opna klokkan tíggju. Aftrat Páll Finnur Páll verður ein diskari, sum spælir í steðginum. Tað er avmarkað atgongd í Føroyahúsinum og har er opið til klokkan fýra. Tí ræður, sum sagt, um ikki at koma ov seint, um tú ætlar tær inn.