Páll Finnur Páll í Føroyahúsinum

Leygarkvøldið bjóðar ÍF Føroyar til dans í Føroyahúsinum. Fløguaktuellu Páll Finnur Páll standa fyri tónleikinum.

 

Tað er ikki hvønn dag, at føroyskir útisetar í Keypmannahavn fáa høvið at hoyra føroyskan tónleik. Men leygarkvøldið verður hetta veruleiki, tá ið vælumtóktu Páll Finnur Páll standa fyri undirhaldinum í Føroyahúsinum.

 

Bólkurin hevur fyri stuttum útgivið eina nýggja fløgu, sum ber heitið Kom við mær. Fløgan er tann fimta hjá Páll Finnur Páll, sum má metast at vera ein tann best umtókti føroyski bólkurin seinastu árini.

 

Nýggju løgini “Eg drepi meg sjálvan” og “Rúsurin virkar ei longur” eru millum løgini, sum hava verið nógv spæld síðan fløgan kom út 11. november.

 

Tiltakið leygarkvøldið byrjar kl. 22.00, tá ið dyrnar lata upp. Fyrireikarar siga, at tað ræður um at vera í góðari tíð, tí avmarkað atgongd er hetta kvøldið.