Páll Finnur Páll aftur á ovastu rók

Teir hava gjørt tað áður, og hesa vikuna gera teir tað aftur. Páll Finnur Páll liggja enn einaferð ovast á listanum, ið teir eiga metið á, 15 tær bestu.

Tað var í síðstu viku, at Summarfestivalurin kunngjørdi, at Páll Finnur Páll verður millum nøvnini á ársins festivali, og í Klaksvík munnu fyrireikararnir í hesum døgum ganga og klappa hvør øðrum á herðarnar, tí aktualiteturin kundi neyvan verið størri. Hesa vikuna hevur Páll Finnur Páll við lagnum Mín Russiski Vinur skumpað Føroya tungmálmsrokkarar nummar 1, Sic av ovastu rókini á tí, ið má metast sum tað næsta vit hava einum almennum hitlista. Páll Finnur Páll hevur klára seg væl á hesum lista, við eitt nú Herberginum og Grannanum, umframt metlagið yvir øll á 15 teimum bestu Forelskaður Sjónleikari, ið lá yvir eitt ár á listanum.

 

Føroyskur tónleikur klárar seg sum heild væl hesa vikuna Sic, To Dare To Risk To Regret liggur á næst ovastu rók og Boys In A Band liggja á triðja plássi við Super Contagious. Hitt føroyska lagið er Edelweiss hjá Rasmusi Rasmussen á 7. plássi, sum er nakað so atypiskt sum eitt instrumentalt lag, á einum popp hittlista.