Páll Finnur Páll á Ó12

Nú fáa fólk høvi at syngja saman við Páll Finnur Páll á stóru ólavsøkukonsertini, sum verður fríggjakvøldið 27. juli í Tórsgøtu.

 

Páll Finnur Páll hava vunnið sær plássið sum føroya mest syngi-við-vinarligi bólkur og hava seinastu nógvu árini spælt til nærum øll tiltøk, ið til ber at spæla til í Føroyum. Hvørja ferð við sama úrslitið, fjøldin kókar, sangurin rungar og lagið er frálíkt. Soleiðis verður uttan iva eisini á Ó12.

 

Tá Ó12 nú kunnger, at Páll Finnur Páll verður á skránni fyri ársins ólavsøkukonsert, so er ikki torført at ímynda sær, hvussu gott tað verður. Finnur tú tær livefløguna, ið er frá seinast, tá bólkurin spældi í Tórsgøtu, er eingin ivi um, at hetta er ein bólkur, ið veruliga kann fáa lív í fjøldina.

 

Páll Finnur Páll hava heilt serlig evni at skriva fangandi og syng-við-vinarlig poppløg, og í føroyskum høpi er bert ein bólkur, ið áður hevur havt so stóran tokka millum áhoyrararnar, og tað er Frændur, ið høvdu á leið somu ávirkan á konsertfjøldir, tá teir vóru uppá tað størsta.

 

Á Ó12 verður sostatt høvi at hoyra um partering av grannum, mannaát og kynsligt misbrúk og um at sova hjá Kaj, Oyrasund, Forelskaðar sjónleikarar, og mangt annað.