Páll Fangi var sær sjálvum líkur

Hesa ferð vóru tað menninir í Klaksvík, ið lyftu tunga arvin, sum bátsnavnið leggur á tey, sum manna bátin

6-MANNAFØR MENN

Fáur man hava verið sum Páll Fangi í kappróðri. Søgnin sigur, at hann megnaði at rógva ímóti einari heilari manning. Men so skal leggjast afturat, at teir, sum róðu ímóti honum, ikki høvdu serligan vilja at fáa hann aftur.
Í fjør var nýggi Páll Fangi hjá Klaksvíkar Róðrarfelag ofta í fremstu røð. Tá vóru tað kvinnurnar, sum stóðu fyri góðu avrikunum og vístu viljan at vinna.
Leygardagin vann Páll Fangi aftur. Men hesa ferð vóru tað menninir, sum stóðu fyri avrikinum og vístu serliga viljan, sum skal til.
-Vit hava ikki loyvi at skeita til síðuna. Men eg skal siga akkurát sum er. Eg lúrdi, og eg dugdi at síggja, at vit vóru væl við. Men eg dugdi ikki at síggja, um vit vóru fremstir. Í mínum eygum fingu vit góða kapping frá Gongurólvi, og Smyril hótti okkum av álvara, tá vit nærkaðust málinum. Aftanaá hava vit skilt á lagnum, at hann kanska var frammanfyri okkum eina løtu. Men vit vunnu, og tað er sera hugaligt. Vit vóru í hvussu so er eina hálva bátslongd frammanfyri Smyril, tá vit komu á mál.
Hetta sigur Símun M. Kerlok í Klaksvík. Hann situr á toftini í stýriborði á Páll Fanga, og hann er bátsformaður.
-Vit roknaðu við, at Smyril fór at vinna. Hann lá vestastur. Tað vísti seg, at bátarnir undir Norðborg gingu so væl síðsta teinin, men vit kneykaðu teimum, og tað eru vit sera fegnir um, sigur bátsformaðurin.
At Páll Fangi hevði møguleika at vinna kom ikki púra óvart á manningina. Á Skála var Páll Fagni við monnum fremstur:
-Tað setti mót í okkum. Ta ferðina vóru vit fremstir beinanvegin. Hesa ferð gekk tað ikki so væl við teimum fyrstu tøkunum, men í síðsta enda gekk tað nóg væl, tíbetur.
Í fjør gekk tað ikki væl hjá Páll Fanga í fyrstu róðrunum, men tað batnaði, og bæði á vestanstevnu og á ólavsøku vóru teir næstfremstir.
Sammett við í fjør er manningin eitt sindur broytt í ár. Fýra av teimum, sum vóru við í fjør, eru aftur í ár umborð á Páll Fanga. Tveir hava ongantíð róð áður, og so er ein komin umborð, sum í fjør róði við Fípuni Føgru. Ein av teimum, sum róði við seinnapartin av kappingarárinum í fjør, er í ár farin umborð á Klaksvíkingin.

Tøtt kapping
Tað komu ongar almennar tíðir frá kappingini millum 6-mannafør við monnum. Teir høvdu trupulleikar við klokkuni. Men talan var um eina tætta og spennandi kapping, sum kundi boða frá, at tað fer at verða spennandi á Skálafjørðinum annan leygardag.
Smyril og Hvessingur vóru báðir heilt frammi og bjóðaðu av. Gongurólvur er nýggjur, og tað kann roknast við, at hann fer at standa seg uppaftur betur, og so plaga Sølmundur og Strálan oftast at standa seg væl í hesi kappingini. Strálan var FM vinnari bæði í fjør og í fyrraárið.