Dreingirnir ella ungu menninir umborð á Páll Fanga vunnu í heimasjógvi á norðoyastevnu, og í Kollafirði í dag var tað heldur einki at rafla um.
Gongurólvur bjóðaði av í startinum og var skutin og kanska meiri enn tað undan bæði Páll Fanga og Rádna.
Tað var tó skjótt, at Páll Fangi fór at røra upp á seg, og áðrenn helmingurin av málinum var lagdur afturum, var Páll Fangi tað mesta av einari bátslongd undan hinum bátunum. Tá ið Páll Fangi fór um málið kendist tað sum um, at har vóru nógvar kreftir eftir.
Í Klaksvík var Rádni úr Fuglafirði næstfremstur. Tað var hann eina løtu í dag, men í endaspurtinum menti menti Gongurólvur seg aftur og vann næstfremsta plássið. Lómur var tvær bátslongdir aftanfyri Rádna, og Sølmundur var væl aftastur.
1 Páll Fangi 05.06.14
2 Gongurólvur 05.09.32
3 Rádni 05.12.01
4 Lómur 05.17.45
5 Sølmundur 05.34.42