Móttøka fyri Klaksvíkingi. Tað eru seinastu orðini, sum eru skrivað á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Móttøkan var leygardagin 1. august í fjør. Tá varð tosað um, at í 2010 skuldi arbeiðast fyri, at Klaksvíkingur fyri fyrstu ferð síðani 1970 skuldi vinna kappingina millum 10-mannaførini.
Norðoyastevnan er av fyri í ár, og Klaksvíkingur hevur framvegis ikki vunnið í heimasjógvi síðani 1970. Tað eydnaðist ikki at manna 10-mannafarið, og eitt skifti sá tað einki út fyri, at tað skuldi eydnast at manna nakran bát í Klaksvík.
Seks vikur undan Norðoyastevnu eydnaðist tað at manna Páll Fanga. Nakrir av teimum, sum í fjør vunnu FM við Klaksvíkingi, eru nú umborð á 6-mannafarinum. Teir roknaðu ikki við at vinna longu nú, men teir søgdu seg vóna at hava møguleika at arga hinar eina ferð seinni í summar.
Sjálvandi fegnaðust viðhaldsfólkini í Klaksvík og Norðoyggjum, og tað var einki at siga til, at manningin var ovurfegin eftir sigurin. Bæði tí teir ikki høvdu roknað við tí, og tí talan var um sera tætta og dramatiska kapping.
Páll Fangi leyp avstað soleiðis, sum Klaksvíkingur ofta gjørdi tað í fjør, og eina løtu tóktist tað sum um, at talan skuldi gerast um sannførandi sigur.
Páll Fangi vann, men tað var sera spennandi og skiftandi og harvið dramatiskt. Undir liðini á Páll Fanga lá Tvørabáturin, sum bjóðaði av, og undir landinum eystaru megin vísti Riddarin seg at vera sera boysin, eftir at hann ikki hevði fingið nakað serligan start.
Fram við áskoðarafjøldini á Kósabrúnni og vestaru megin var kappingin ógvuliga tøtt. Allir hesir tríggir bátarnir royndu seg sum fremsta bát, men í endaspurtinum vísti Páll Fangi seg at vera tann drúgvasti. Páll Fangi var lítlan skutin undan Tvørabátinum, sum aftur var eina stóra hálva bátslongd frammanfyri Riddaran. Hinir bátarnir vóru væl aftari.
6-mannafør menn
1 Páll Fangi 07:44.02
2 Tvørabáturin 07:45.12
3 Riddarin 07:47.08
4 Smyril 07:57.14
5 Strálan 07:58.05
6 Skúgvur 08:01.10
7 Hósvíkingur 08:08.13
8 Lómur 08:17.02
9 Jarnbardur 08:21.07
10 Gongurólvur 09:02.01