Páll Fangi kann missa føroyameistaraheitið

Tað er nú vandi fyri, at Páll Fangi, sum hevur verið í serflokki í ár, kortini ikki verður Føroyameistari.
Páll Fangi hevur verið í serflokki í ár og higartil hava teir vunnið allar stevnuvnar, sum hava verið.
Sostatt hava teir eisini fult stigatal og hava altso 42 stig, sum eru heili átta stig frammanfyri nummar tvey, sum er Tvørabáturin, ið hevur 34 stig.
Av tí sama hevur seksmannafarið úr Klaksvík longu ognað sær føroyameistaraheitið, hóast ólavsøkan er eftir, tí ongin kann fáa hann aftur, hóast hann onki stig fer á ólavsøku.
Men sum tað sæst í øðrum greinum her á síðunum, hevur hevur alt umborð á Páll Fanga ikki tolað dagsins ljós, hóast teir siga sjálvir, at teir ikki vistu av tí og tískil vóru í góðari trúgv.
Nú hevur tann eini rógvarin umborð á Páll Fanga, Svein Rógvi Nielsen, beinleiðis viðgingið fyri Sosialinum, at teir á tveimum stevnum hava framt broytingar umborð á bátinum, sum Róðrarsambandið sigur eru ólógligar.
Tí er tað greitt, at hetta er eitt mál, sum Róðrarsambandið fer at taka upp.
Tað váttar Jakku Guttesen, kappingarleiðari í Róðrarsambandinum, fyri Sosialinum.
Hann sigur, at Róðrarsambandið fer at hava fund seinni í vikuni og tá verður hetta málið eisini tikið upp til viðgerðar.
Tá fæst at vita um tað skal fáa avleiðingar fyri Páll Fanga og í so fall eisini, hvørjar avleiðingar tað skal fáa.
Men verður avleiðingin av hesum, at Páll Fangi verðru kolldømdur í tveimum stevnum, sum teir sjálvir viðganga, at teir hava róð við báti, sum Róðrarsambandið sigur er ólógligur, kunnu teir missa 14 stig og so verður ómetaliga tórført at varðveita FM-heitið, tí so skal Tvørabáturin bara verða nummar fimm og fáa tvey stig fyri at verða vísur í at verða meistari.
Les eisini greinina: Stúra fyri ruðuleika á ólavsøku og greinina:Kraftigari tøk umborð á Páll Fanga umframt greinina: Páll Fangi viðgongur lógarbrot