Páll Fanga kvinnurnar vóru um at spreingja seg

Hóast tær vóru ov skjótar við endaspurtinum, so var tað kortini eingin, sum megnaði at hótta kvinnurnar í Klaksvík, sum endaðu við fullum stigatali


 

Páll Fanga kvinnurnar settu ólavsøkuaftan eitt flott punktum fyri eitt fínt róðrarár. Tær hava tikið lut í øllum seks FM stevnunum, og tær hava vunnið hvørja ferð.

Tá 6?mannaførini við kvinnum komu inn við Molanum, tóktist eingin sum helst ábending vera um, at nakar skuldi gera nakað sum helst við Páll Fanga. Saman við Gongurólvi høvdu tær fingið ein fínan start. Og tá tann fyrsti startspurturin var av, og tær fóru undir stutta lunnaróðurin, høvdu tær á Páll Fanga longu vunnið ein skut.

Knappliga á Molanum var hálvarógvið, og tá var skuturin vorðin til eina lítla hálva bátslongd. So spentu klaksvíks kvinnurnar uppaftur meiri í, og eina lítla løtu sá tað út til, at talan skuldi gerast um sannan uppvísningsróður.

Men tíðirnar vísa, at soleiðis endaði tað ikki. Páll Fangi fekk aftur hesa ferð fult stigatal, men Sølmundur var ikki meiri enn eina lítla hálva bátslongd aftanfyri.

? Eg má taka ábyrgdina av, at tað kiksaði eitt sindur hjá okkum. Vit fóru fyrri enn hinar upp í bekk at spurta. Spurturin gjørdist longri, enn vit høvdu ætlað, og tað bar við sær, at tað stóð ikki so væl til við luftini síðsta teinin, men tíbetur høvdu vit ov mikið at geva av, so tað var eingin trupulleiki at varðveita oddastøðuna.

Hetta sigur Solby Eliasen. Hon er stýrimaður, bátsformaður og ein av íblásarunum umborð á Páll Fanga. Og hon er tilstundandi mamma. Gongur tað, sum tað skal, so verður hon gestur á føðistovuni á sjúkrahúsinum um ein stóran mánað ella so.

So fer tað at vísa seg, hvussu nógvar av Páll Fanga kvinnunum fara at vera við, tá sannførandi FM heitið skal verjast, og tá tað nakað undan norðoyarstevnu skal farast niður á Scilly oyggjarnar.


Akkurát ov stuttar

Sølmundur fekk einki stig á vestanstevnu, tí tær hingu fastar í startinum. Tí mistu tær næstfremsta plássið í FM kappingini. Á ólavsøku gjørdu tær alt, sum tær orkaðu, fyri at endurvinna silvurplássið. Tað eydnaðist ikki, men úrslitið hjá Sølmundi var ikki so nógv at siga til.

Starturin hjá Sølmundi var ikki serliga góður. Umframt Páll Fanga fóru eisini Gongurólvur og onkrir aðrir bátar strúkandi framum. Sølmundur lá dygst undir Molanum. Kanska var orsøkin tann, at tær høvdu áskoðararnar so tætt upp at sær. Í hvussu so er høvdu tær ein sera sannførandi endaspurt og endaðu bara eina hálva bátslongd aftanfyri Páll Fanga.

Jarnbardur fekk handað FM silvur merkini. Tær høvdu ein hálvvánaligan start, men tær megnaðu at berja seg fram á fjórða plássið, og harvið vóru tær tvey stig undan Sølmundi, sum fekk bronsu.