Páll blæsur egnar tónar

Tónleikarin Páll Sólstein fær nú sín elddóp sum tónasmiður. Hann hevur skrivað løg til yrkingar hjá kendum føroyskum yrkjarum, og sangirnar fara Karl Martin Samuelsen og Aldubáran at framføra í Klaksvík og í Havn um vikuskiftið

Páll Sólstein hevur seinnu árini verið ein av fremstu føroysku tónleikarunum á klassiska økinum. Hann spælir valdhorn, er útbúgvin á konservatorii í Keypmannahavn og hevur í nógv ár starvast á Kongaliga Kapellinum ? nú best kent sum Operahúsið hjá Maersk.
Páll Sólstein hevur ikki verið virkin tónasmiður, hann hevur fyrst og fremst spælt tónleik hjá øðrum, men nú traðkar hann inn á tónleikapallin sum komponistur.
? Eg vil ikki kalla meg tónaskald. Eg havi gjørt nøkur løg, og tað er í grundini ikki so serligt, sigur Páll Sólstein beskeðin.
Hann hevur skrivað løg til yrkingar hjá William Heinesen, Hans Andrias Djurhuus, Christian Matras, Tummas Napoleon Djurhuus og Steintór Rasmussen.
Um vikuskiftið verða hesir sangir framførdir av Aldubáruni við Karl Martini Samuelsen sum sangara. Fyrra konsertin verður í Atlantis í Klaksvík fríggjakvøldið, og tann seinna í Havn sunnudagin.

Fekk yrkingasøvn frá dana
Byrjanin til konsertina við tónleiki hjá Páll Sólstein, sum nú verður veruleiki, var fyri nøkrum árum síðani, tá ið Páll fekk nakrar bøkur frá einum donskum tónleikara, sum plagar at spæla við í Føroya Symfoniorkestri.
? Hann gav mær ein posa við nøkrum føroyskum bókum og bæð meg hyggja eftir teimum. Hann ruddaði, tí hann skuldi flyta, og um eg ikki vildi hava bøkurnar, so kundi eg koyra tær burtur, segði hann.
? Í posanum vóru millum annað fýra signerað yrkingasøvn hjá Christiani Matras. Abbi tann danska tónleikaran var málfrøðingur, og hann var vinmaður við Christian Matras. Eg fór at lesa í yrkingasøvnunum og fekk hug at gera lag til onkra yrking, greiðir Páll Sólstein frá.
Tað gjørdist byrjanin til tann tónleikin, sum um vikuskiftið verður spældur av Aldubáruni.

Persónligt at avdúka løg
Páll Sólstein hevur ikki áður skrivað løg til almenningin, men hann hevur roynt flogið í tí privata.
? Eg havi skrivað løg, sum eg havi lagt til síðis, tí eg havi ikki verið nøgdur við tey, men eg havi eingi løg havt frammi alment, sigur hann.
Páll er tó fegin um, at hann nú hevur arbeitt meira miðvíst við sínum egna tónleiki.
? Tað hevur verið spennandi at gjørt hesi løgini, og eg havi fingið nógv burtur úr. Tú ert ikki sørt fegin, tá ið tú hevur gjørt eitt lag, sum tú ert nøgdur við, og tú ert glaður fyri, at onnur hava koyrt undir teg fyri at skriva løgini, sigur Páll.
Hann hevur arbeitt nógv saman við Karl Martin Samuelsen, meðan hann hevur skrivað og arrangerað.
? Tað er øgiliga persónligt at avdúka løg fyri øðrum fólkum, og tí hevur tað verið lættari hjá mær at spælt sangirnar fyri Karl Martin, tí eg kenni hann væl, og eg havi allatíðina ætlað, at hann skuldi syngja sangirnar.
Anna Maria Olsen skal eisini syngja onkran sang, og henni hevur Páll eisini arbeitt saman við áður.


- - -

Aldubáran og
Karl Martin

Tvær konsertir verða við Aldubáruni og Karl Martin Samuelsen. Tann fyrra verður í Atlantis í Klaksvík fríggjakvøldið kl. 21.00, og tann seinna verður í Havn sunnudagin.

Tónleikararnir í Aldubáruni til hesa konsertina eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta, Jógvan Zachariassen, fagott, Sámal Petersen, violin, Andras Olsen, trombon, Ólavur Olsen, trompet, Ólavur Jakobsen, guitar, Arnold Ludvig, bass og Stamen Stantchev, keyboards. Eisini syngur Anna Maria Olsen

Umframt tónleikinum, verður eisini frásøgn um yrkingarnar, og hesum fer Andrass Sólstein at taka sær av.