Páll avgera egna lagnu í kvøld

Bæði sakførari og grannskoðari verða til staðar á kommunustýrisfundinum á Sandi í kvøld, har Páll á Reynatúgvu fer at gera av, um hann vil halda fram sum borgarstjóri ella ikki

Í kvøld avger Páll á Reynatúgvu, um hann heldur fram sum borgarstjóri á Sandi ella ikki. Men áðrenn henda avgerð verður tikin, verður ymiskt annað til viðgerðar.

Fyrst verða fíggjarviðurskiftini hjá kommununi verða løgd fram, síðan kemur Bjørn á Heygum, advokatur, at greiða frá gegninum hjá Pálli á Reynatúgvu í ymiskum málum, ivi hevur verið sáddur um, og eftir hetta, sigur Páll á Reynatúgvu seg kunna siga, um hann fer at halda fram sum borgarstjóri ella ikki.


Tveir gegnisspurningar

Páll á Reynatúgvu hevur spurt innlendismálaráðið um gegni hjá sær í tveimum ymiskum málum. Seinna málið eru um ógegni í samband við løn til borgarstjóra, og har staðfestir ráðið, at alt er farið rætt fram.

Viðvíkjandi hinum spurninginum, sum er soljóðandi:

»Er kommunustýrislimur gegnigur ella ei, tá játtanir til kommunalar stovnar, har teirra avvarandi arbeiða, verða viðgjørdar í kommunustýrinum?«

Er torførari at staðfesta, hvat svarið hjá Innlendismálaráðnum er. Men ein partur av svarinum er soljóðandi.

»Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina (í hesum føri kommunustýrislimur) ógegningur um so er, at hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga.«

Eftir at millum annað hetta er viðgjørt á fundinum, verður møguliga val av borgarstjóra.


Nevndarval

Síðan kemur málið á skrá, sum fýra kommunustýrislimir bóðu eykafund um fyri einum mánaði síðan. Nevndarval.

Og at enda verður talan um vanligari mál úr vinnutøkninevndini og trivnaðar- og mentanarnevndini.

So í kvøld verður greitt, um borgarstjórin á Sandi framvegis eitur Páll á Reynatúgvu í morgin.