##med2##
KÍ er aftur væl við í oddastríðnum í Betrideildini hjá monnum aftaná sera týðandi 1-0 sigurin á NSÍ við Løkin í Runavík fyrr í kvøld.
Sigursmálið hjá KÍ kom í 83. minutti, tá Jóannes Bjartalíð legði innfyri, og innskifti Páll Klettskarð stýrdi við høvdinum bóltin í málið til stóran fagnað hjá stóru KÍ-viðhaldsfjøldini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum og dystarendanum. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við sigursmálskjúttan hjá KÍ, Páll A. Klettskarð aftaná dystin: - Hetta var gott, staðfesti ein glaður Páll A. Klettskarð. Páll greiðir frá, at nú fara teir eftir at vinna seinastu fimm dystirnar so teir bera á mál í FM-stríðnum.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Martin Knudsen. Hoyr eisini samanumtøkuna hjá Oddbirni Joensen.