Norski pólstovnurin hevur gjørt av at ákæra ævintýraran Jarle Andhøy fyri at hava brotið reglurnar um pólferðir. Jarle Andhøy stóð á odda fyri ferðini hjá seglbátinum ?Berserk?, sum gekk burtur fyri einari góðari viku síðani við Antarktis við trimum monnum. Sjálvur var Jarle Andhøy á Suðurpólinum saman við tí 18 ára gamla Samuel Massie, tá báturin við hinum kom í illveður og hvarv.
Sambært norska pólstovninum hevur Jarle Andhøy brotið reglurnar um umhvørvisvernd á Suðurpólinum , tí hann hevði ikki varskógvað um ferðina eitt ár undan fráferð, soleiðis sum reglurnar siga. Harafturat vísir pólstovnurin á, at sum ferðaleiðari hevði Jarle Andhøy ikki teknað trygging, sum rindar útreiðslurnar í sambandi við møguliga bjarging.
Pólstovnurin sigur, at avgerðin at ákæra Jarle Andhøy hevur einki við vanlukkuna við Berserk at gera. Norskir fjølmiðlar skriva, at verður ferðaleiðarin dømdur sekur, kann hann fáa fongsulsrevsing.