56 ár gamli bretin var óheppin, tá ið hann skuldi ganga einsamallur til Norðpólin. Hann fekk frostbit í hendurnar og mátti flytast á sjúkrahús í Kanada.
Kanska ringdi onkur klokka, tá ið tíðindini um Ranulf Fiennes bórust í Útvarpinum. Tí tann royndi bretski ævintýrarin hevur nevniliga eitt løgið samband við Føroya.
Løgin reki
Ein illveðursdag fyri sjey árum síðani skolaði bókstaviliga ein onnur søga um Ranulf Fiennes og hansara brøgd upp á land heima á Sandi. Ein kaldan vetrardag tíðiliga í 1993, fann ein heimasandsmaður ein sjáldsaman reka. Ein reka, sum líktist mest einum avlongdum fruktblikki.
Í blikkinum lógu ymisk skjøl, sum søgdu søguna um tann løgna rekan. Talan var um eitt sokallað tíðarhylki, sum nakrir bretskir ævintýrarar høvdu grivið niður í ísin skamt frá Norðpólinum í 1977. Hetta var gjørt til minnis um, at tað vóru liðin 20 ár síðani, at farið varð undir regluliga ferðafólkaflúgving millum Evropa og Fjareystur - tvørtur um Norðpólin.
Flogfelagið SAS hevði latið pólfarunum hylkið. SAS var sponsorur hjá bretska ferðalagnum, hvørs leiðari kallaðist Sir Ranulf Fiennes.
Í National Geographic
Stutt eftir hendingina heima á Sandi var Útvarpið í London og hitti tveir av monnunum, sum vóru við á pólferðini í 1977. Bilsnir vóru teir, tá ið teir sóu tíðarhylkið aftur eftir so mong ár.
Útvarpið gjørdi nakrar sendingar um sjáldsama rekan og norðpólsferðina hjá Ranulf Fiennes og hansara monnum í 1977. Eisini heimkenska tíðarritið National Geografic fekk frænir av søguni, og skrivaði eina grein um tann løgna rekan á Sandi.
Norðspólsferðin hjá Sir Ranulf Fiennes í 1977 var ikki serliga væleydnað. Teir komu bert gott og væl hálva leiðina fram. Sjálvur hevur Fiennes kortini gjørt mangar aðrar væleydnaðar ferðir ? bæði á Suðurpólinum og Norðpólinum. Einsamallur og saman við øðrum.










