Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevur siglt í tungum sjógvi seinastu árini, men fríggjadagin bórust loksins góð tíðindi, tá felagið boðaði keypskálunum frá, at felagið er í samráðingum við London Oil and Gas Ltd um eina kapitalinnspræning á 75,5 milliónir krónur í føroyska felagið innan 24. juni.
Av tí at bæði fríggjadagurin og mánadagurin vóru heiligdagar, so hevur ikki verið møguligt at sæð hvussu marknaðurin hevur móttikið tíðindini fyrr enn í morgun, og ikki heilt óvæntað, so hava íleggjarar tikið væl móti tíðindunum fríggjadagin.
Tá keypskálin stongdi mikudagin hevði eitt partabræv í Atlantic Petroleum virði á 13,30 krónur, meðan tað í verandi løtu hevur eitt virði á 15,9 krónur.
Sambært heimasíðuni EuroInvestor, ið fylgir gongdini í keypskálanum, so er føroyska felagið stóri vinnarin í morgun í bólkinum smá feløg.
Higartil í dag er talan um ein vøkstur í partabrævavirðinum á 19,55 prosent, og er tað umleið tíggju prosent meira enn nakað annað felag í sama bólki.