Tað hava ongantíð verið so nógvir løntakarar í Føroyum sum tað hava verið seinastu tíðina. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Uppgerðin vísir, at í august í ár vóru 26.146 løntakarar í Føroyum, og tað eru 704 fleiri enn tað vóru fyri einum ári síðani. Í juli í ár táttaði talið á løntakarum í 26.200, og tað er tað mesta, sum hevur verið nakrantíð.
Gamla metið var annars í 2008, tá ið tað vóru 25.855 løntakarar í Føroyum. Annars vísa tølini, at vøksturin hevur verið bæði stórur og javnur hesi seinastu trý árini, sigur Hagstovan.