Póland hóttir ES-grundlóg

Um vikuskiftið skal ES viðgera nýggju grundlógina, men pólendingar liggja í buktini.

Polski forsetin, Aleksander Kwasniewski, hóttir nú við at forkoma ætlanini um eina grundlóg fyri Evropasamveldið.

Eftir verandi uppskoti skal ráðharraráðið hava myndugleika til at taka avgerðir við sonevndum dupultum meiriluta. Tað merkir, at meiri enn helmingurin av londunum skal atkvøða fyri, men tey skulu samstundis umboða meiri enn 60 prosent av fólkatalinum í samveldinum.

Men Póland og Spania vilja ikki góðtaka hesa mannagongdina, tí tey halda hana vera eitt afturstig samanborið við Nice-sáttmálan frá 2000. Men hini londini halda, at hesin sáttmálin gongur ov langt, tí hann gevur Pólandi og Spania líka nógvar atkvøður sum Týsklandi, sjálvt um týska fólkatalið er tvær ferðir størri. Men Póland ætlar sær ikki at slaka.

-Skal hatta við í grundlógina, siga vit nei, segði Aleksander Kwasniewski, forseti, við BBC fyrrakvøldið.