Póland-Føroyar 28-16: Góður fyrri hálvleikur - slakur seinni hálvleikur (FM1)

(FM1) Hoyr Turið Arge, Ágúst Jóhansson, venjara og debuntarnar, Maritu Mortensen og Lív Poulsen lýsa eitt misjavnt avrik móti Pólandi

##med2##

Tað var gott, og tað var minni gott tá føroysku hondbóltskvinnurnar taptu 16-28 móti Pólandi á útivølli í kvøld. Avrikið hjá serliga verjuni var framúr í fyrra hálvleiki, tá føroyska liðið var aftanfyri 8-12. Eitt skiftið var støðan bert 8-6 til Póland. 

Í seinna hálvleiki stóð verjan seg ikki líka væl, og alt ov nógv var brent í álopsstøðunum.

Póland-Føroyar 28-16 (12-8)

Toppskjúttar Póland: Monika Kobylinska 7, Aneta Labuda 5.

Málskjúttar Føroyar: Maria H. Weyhe 4, Marita Mortensen 3, Súna K. Hansen 3, Durita C. Jojic 2, Turið A. Samuelsen 2, Marianna G. Eystberg 1 og Lív Poulsen 1.

Rumenia-Ukraina 27-24 (15-12)

Undanbólkur 7
1.Póland1 dystur10028:162 stig
2.Rumenia110027:242
3.Ukraina100124:270
4.FØROYAR 100116:280

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá dystarendanum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tvímálsskjúttan, Turið Arge Samuelsen sum er sera vónbrotin av, at hon og liðfelagarnir ikki avrikaðu líka væl í seinna hálvleiki sum í fyrra hálvleiki. Fyri Turið er tað eisini vónbrot, at føroyska liðið hevði ov lítla orku í seinna hálvleiki.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson sum er glaður fyri tað hann sá í fyrra hálvleiki, men minni glaður fyri tað sum hann var eygnavitni til í seinna hálvleiki.

4) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við debutantin og dagsins spælara hjá Føroyum, Marita Mortensen. Marita staðfestir, at talan var um eina stóra uppliving, men hon hevði eisini ynskt, at avrikið var betri í seinna hálvleiki. 

5) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við debutantin og yngsta spælaran á liðnum, Lív Poulsen sum hóast greiða tapið heldur, at tað var ein "feit" uppliving at verða við til.

Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar móti Rumenia í høllini á Hálsi í Havn. 

 

(Samrøður: Turið A. Samuelsen, Ágúst Jóhansson, Marita Mortensen og Lív Poulsen)