Tað er danski pílagrímspresturin Elisabeth Lidell ið kemur til Føroyar at halda fyrilestur og skipa fyri pílagrímsferðini. Fyrilesturin hevur evnið ?Moderne Pilegrimsvandring ? kristendom for alle sanser.?
Tey seinastu árini hava alt fleiri ?nýmótans? fólk tikið stav í hond og farin á pílagrímsferð.
Hetta m.a. fyri at bróta út av tíðarinnar materialismu og sjálvgleði, fyri at finna heilt onnur virðir: Felagsskap við Guð,við skaparaverkið og ikki minst við okkum sjálvi og okkara næstu.
Skráin er ikki heilt fastløgd enn, men ætlanin er at byrja til gongu frá 62ºN airport hotel til Vatnsoyrar eftir gomlu bygdagøtunum, síðan verður gingið eftir gomlu gøtunum eftir varðunum til Miðvágs. Í Miðvági vitja vit barnaheimið hjá kenda skaldinum Mikkjal á Ryggi, og at enda verður kirkjugongd í Miðvágs kirkju har Elisabeth fer at hava eina guðstænastu.
Við á gongutúrinum verður eisini Jógvan Steintún ið kemur at greiða frá sálmunum og skaldinum Mikkjal á Ryggi.
Elisabeth Lidell, sigur soleiðis um ferðina:
?På denne sensommerweekend vil vi søge at komme Gud nærmere ved at lade den ydre og den indre vandring spille samman. Oplæg, samtaler, gudstjeneste, vandringer i det naturskønne område (ved Sørvágur, Vatnsoyrar, Miðvágur) vil på forskellig vis kaste lys over vort eget livs vandring: hvor kommer vi fra ? og hvor er vi på vej hen? Tag vandrestøvlerne på og grib pilgrimsstaven!
Les meira á heimasíðuni hjá www.62n.fo