Vikuskiftið 26.-27. september skipar 62ºN fyri pílagrímsferð í Eysturoynni
Ferðin byrjar við Nes kirkju leygardagin 26. september og endar í Fuglafjarða kirkju seinnapartin sunnudagin við eini pílagrímsguðstænastu.
Tað er danski pílagrímspresturin, Elisabeth Lidell, sum aftur vitjar í Føroyum.
- Gingið verður til Æðuvíkar og víðari til Rituvíkar. Í Rituvík verður steðgur og vit eta matpakka. Hildið verður fram til gongu til Lamba har vit aftur steðga á. Dagurin endar í Syðrugøtu við einum døgurða, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Sunnumorgun verður vitjað Blásastovu áðrenn farið verður í Gøtu kirkju.
- Aftan á kirkjugongdina gongur leiðin til Varmakeldu, har vit gera ein steðg og eta mapakka. Síðan halda vit áfram, og ferðin endar við pílagrímsandakt í Fuglafjarða kirkju sunudagin, siga tey.
Á ferðini verður steðgað av og á og Elisabeth Lidell setur fokus á lívið sum eina pílagrímsferð.
Í fjør, tá hon vitjaði, var pílagrímstúrurin í Vágum.
Elisabeth Lidell er pílagrímsprestur í Árhus. Hon hevur brúkt nógva tíð upp á at greiða frá og geva pílagrímshugtakinum eitt týðandi pláss í fólkakirkjuni.