Í desember mánaðir fer føroyski listamaðurin, Pól Skarðenni at hava framsýning í hølunum hjá fastognarsøluni ?Domus? á Laugavegi 97 í Reykjavík. Framsýningin verður opin allan jólamánaðin frá kl. 9 til 17 og leygardagar kl. 11 til 14, tá Domus hevur opið.
? Hetta er eitt gott høvi hjá íslendingum at fáa s tørri kunnleika til føroyska myndlist, sigur verkætlanarstjórin hjá Domus, Ragnar Ørn Egilsson í einum tíðindaskrivi.