Pál var eitt vónbrot

Pál Joensen var ikki sannførandi í sínum avrikum undir heimsmeistarakappingini í Rom. Tað eydnaðist ikki suðuroyinginum at reisa seg eftir vónbrotið í 800 metrar frí týsdagin, tá hann royndi seg á 1500 metrar teininum leygardagin

- Tað eydnaðist mær ikki, sum eg ætlaði. Hetta var ein fiasko.

Soleiðis tók Pál Joensen saman um í Kringvarpinum eftir HM-kappingina í Rom. Vágbingurin gjørdi lítið um seg í svimjihylunum í italienska høvuðsstaðunum, og hann er týðiliga vónbrotin um úrslitið. Hvørki í 800 metrum frí ella á 1500 metrar teininum gjørdi hann um seg, og har við varð staðfest, at hann ikki er í toppformi.


20 sekund seinni

Leygardagin kom Pál Joensen á málið sum nummar 17 av 43 svimjarum í innleiðandi kappingini á 1500 metrar teininum. Tíðin var 15:21,37, og tað var ikki nøktandi. Tilmeldingar tíð hansara var 15:02,80, og tí er sjálvsagt, at vónbrotið var stórt.

Pál Joensen var væl við fyrstu 400 metrarnar, men síðan byrjaði hann at dragna. Fyrstur á málið var Sun Yang úr Kina við tíðini 14:54,54.

Tá avtornaði varð greitt, at kravtíðin til pláss í finaluni var 15:00.70.


Darvaður av sjúku

Pál Joensen var í seinastu viku eisini darvaður av sjúku, sum eisini hevði sína ávirkan á laku úrslitini. Seinnapartin fríggjadagin varð greitt, at hann fór at svimja á 1500 metrar teininum leygardagin. Tað skal sjálvsagt eisini havast í huga.


Reisast aftur

Pál Joensen skal í desember royna seg í EM á stuttbana. Vágbingurin fer nú at venja miðvíst fram kappingini, og tá er uppgávan fyrst og fremst at reisast aftur. Ítróttarfólk skulu í mótgongd av álvara standa sína roynd, sum oftast er munurin á gleði og tári. At tú mentalt er fyrireikaður at standa seg, hóast tað ikki gongur eftir vild.

Pál Joensen stóð ikki royndina hesaferð. Men eingin stendur royndina hvørjaferð. Og tí er lítið at ivast í, at vágbingurin skjótt fer at svimja seg á tindarnar aftur.




MYNDATEKSTUR: Pál Joensen slapp ikki at smakka gull í heimsmeistarakappingini í síðstu viku