Pál Joensen skúgvaði allan iva til viks, tá ið hann leyp í hylin Í norðurlendska unglingameistaraskapinum í svimjing.
Kappingin er í Havn serliga stórar vónir vórðu settar til svimji-fenomenið Pál Joensen úr Vági.
Og hann livdi til fulnar upp til álitið.
Í fjórðu kapping átti hann tørn í 1500 metra frí og Pál Joensen vant burturúr øllum feltinum.
Hann endaði sostatt langt fremstur og hann var eina heila longd frammanfyri allar hinar. Pál vann gull við tíðini 15.24.50 og tað er heili 32 sekund frammanfyri nummar tvey, sum var ein dani.
Eftir FINA-stigatalvuni gevur tað Páli 840 stig.