Tað sá leingi út til at Daniel Skaaning fór at vinna 200 metrar finaluna í DM stevnuni, men seinastu 50 metrarnar hálaði Pál gullheiðursmerkið heim við einum framúr sprinti, skrivar svimjing.com.
Pál kom á mál við tíðini 1,50:63, men tá hálvt hundrað metrar restaði í, var Pál áleið eitt hálvt sekund aftanfyri Daniel Skaaning, sum svam teinin upp á 1:50.85. Á triðja plássi kom Sebastian Ovesen við tíðini 1:53.50.
Tað var Daniel Skaaning, sum legði harðast út. Hann lá eitt hálvt sekund, ella hálva kroppslongd frammanfyri Pál, eftir 100 metrar og 150 metrar. Pál kom aftur í aftur seinastu hálvt hundrað metrarnar og vann.
Pál vann eisini 400 metrar frí og hevði bestu tíðina í 800 metrar frí, men var tilmeldaður sum Exstra og tí ikki DM vinnari.
Mynd: (Jón Bjarnason)