Pál Joensen luttekur í hesum døgum í HM í Shanghai. Klokkan 11:48 í morgin svimur Pál Joensen finaluna í 1500m frí. Pál svam seg í finaluna farnu nátt við eini tíð, sum er undir OL kravtíðina.
Pál Joensen hevur verið síðani Oyggjaleikirnir fyrireika seg til HM kappingina, sum er í Shanghai í hesum døgum. Hann gjørdist nummar 5 í 800m frí, men tað manglaði lítið í til bronsu heiðursmerkið.
Í morgin er tað 1500m frí finalan, sum Pál skal svimja. Pál er sterkari hesum teininum, enn 800m. Spurningurin er nú, um hann megnar at fáa eitt eins gott, ella kanska betri, úrslit á 1500m.
Rás2 sendir beinleiðis frá finaluni úr Miðlahúsinum. Byrja verður at senda klokkan 11.00. Millum gestirnar verður Jón Hestoy og viðmerkjari verður Dánjal Hestoy. Sjálv finalan byrjar klokkan 11.48