Pál suverenur í Stokholm

Tað var einki at rafla um, tá ið Pál Joensen nú seinnapartin svam 1500 metrar í World Cup kappingini í Stokholm. Pál legði bragdliga fyri, og stútt og støðugt økti hann um leiðsluna.

Vágbingurin vant burtur úr øllum hinum. Svomið var á 25 metra hyli, og tá ið Pál kom á mál, var hann fjúrtan sekund og meiri enn tað frammanfyri tann næsta.

Tíðin hjá Pál var 14.52.00. Næstfemstur var Stefan Sorak úr Serbia við tíðini 15.06.57.