Listamaðurin Pól Skarðenni letur í dag upp málningaframsýning í Norðoya Kunningarstovu í Nólsoyarpáls gøtu í Klaksvík
Á skránni eru oljumálningar frá føroyskum umhvørvi og náttúru. Haraftrat hevur hann tríggjar abstraktar myndir við á framsýningini.
Pól, sum er føddur í Klaksvík í 1962, byrjaði at mála av álvara í 1979. Hann hevur búð fleiri ár uttanlands, men fyri 12 árum síðani flutti hann aftur til Klaksvíkar og byrjaði at mála í egnum atelieri. Hann hevur eisini sín egna sýnisglugga.
Seinastu níggju mánaðirnar hevur hann arbeitt sum listamálari burturav.
Framsýningin letur upp í Kunningarstovuni í Klaksvík kl. 13 í dag og er opin til kl. 17.
Mánadag til fríggjadag er opið frá kl. 10 til 12 og frá kl. 12 til 16. Framsýningin er opin til 20. februar.










