Pól hevur eisini fingið starv í Vágs kommunu, har hann verður fíggjarleiðari, og í løtuni flytir Pól til Vágs. Á aðalfundi hjá VB/Sumba var Pól Thorsteinsson eisini valdur til nýggjan kassameistara í felagnum. Pól skal avloysa Helga Kristiansen, sum hevur sitið á kassanum í nøkur ár.