Pál setti NM-met

Tá Mads Glæsner ikki var við á 800 metra teininum, skúgvaði Pál Joensen restina av feltinum til viks og kom á mál í eini tíð, sum var betri enn tað, sum nakar annar norðurlendingur hevur svomið

Svimjing

 

Tað kann væl vera, at metini, sum føroyskir svimjarar seta í Danmarki ikki longur verða skrásett sum donsk met. Men tað man Pál Joensen ikki leggja tað heilt stóra í, tá tíðin kortini verður skrásett sum norðurlendskt met.

Tað var nevnliga tða, sum hendi, tá Pál Joensen um páskirnar svam teir 800 metrarnar í 7.54,40, sum er nærum tvey sekund betri enn tað, sum Mads Glæsner svam teinin upp á í Ballerup í februar mánaði.

Stóri spurningurin hjá Páli undan kappingini var, um hann hesa ferð kundi basa sterka dananum, men tað gekk ikki, hóast Pál eisini á 1.500 metrum svam undir gamla norðurlendska metið.

Verða úrsliutini hjá nú donsku Elspu Mørkøre tald við, so gjørdist føroyska úrtøkan í DM eitt gull-, fimm silvur- og tvey bronsumerki. Umframt gullmerkið á 800 metrum vann Pál Joensen tvey silvur- og eitt bronsumerki, meðan Elspa Mørkøre svam seg til trý silvurmerki og eina bronsu.

Hartil setti Páll Joensen sjey ferðir føroyskt met og altso eitt norðurlendskt. Shaila millum garðarnar setti tvey føroysk met og svam seg í eina finalu, og hjá Monu Simonsen var úrtøkan eisini tvey nýggj met og eitt finalupláss.