Pílurin vísir beint uppeftir hjá føroyska svimjiúrmælinginum Pál Joensen.
Í kvøld hevur hann vunnið DM í 1500 metra fríari svimjing. DM kappingin er í Kolding.
Tíðin hjá Páli var 14.49.34, sum er nýtt føroyskt met. Tíðin var 20 sekund betri enn tíðin, sum Pál Joensen vann EM við í summar.