Pál Joensen setti fyrrapartin nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing.
Tað skrivar heimasíðan svimjing.com.
Pál kom á mál við tíðini 29.42 sekund. Hann átti eisini gamla metið frá Oyggjaleikunum í 2009. Tá svam hann teinin á 29.72 sekund.
Bank Nordik-stevna er í Vági í dag.