Pál og Malan hava fingið ein dóttur

Lítla diddan eitur Thea Vitalis Joensen

Svimjarin Pál Joensen, sum síðstu nýggju árini hevur sett Føroyar á heimskortið í svimjing og í áravís hevur verið Føroya fremsti ítróttarmaður, kann nú leggja heitið pápi afturat øllum hinum avrikum sínum. 

 

 

Kona Pál, Malan Vitalis Joensen, átti síðstu nátt eina dóttur. Hon eitur Thea Vitalis Joensen, sum merkir "Guds gáva".

 

 

- Navnið merkir 'Guds gáva' og tað er akkrtát tað, sum hon er. Vit hava aldrin verið lukkuligari og skilja slett ikki, at hon er okkara, siga hjúnini.

 

 

Fyri stuttari tíð síðani segði Pál við info, at lítla familjan hevði ætlanir um at koma ein túr til Føroyar í summarfrítíðini, tá Malan hevur átt.