Føroysku svimjararnir hava í dag og í morgin at fyrireika seg til 50 metra, uttandura hylin í Beograd, sum er karmur um evropameistarakapping í svimjing fyri juniorar. Pál Joensen og Kári á Høvdanum umboða Føroyar í kappingini, sum verður hildin í Beograd frá mikudegnum til sunnudagin. Teir komu báðir til Beograd í gjárkvøldi, og skulu nú saman við venjarunum Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti nýta hesar báðar dagarnar til seinastu fyrireikingarnar.
Dagarnar í serbiska høvuðsstaðnum skulu teir báðir kappast í 50 metra hyli móti sterkastu svimjarunum úr øllum Evropa, sum eru undir 18 ár. At talan er um allar fremstu ungu svimjarar í heiminum sæst millum annað aftur í, at heili 28 av teimum 38 svimjarunum, sum vunnu heiðursmerki í heimsmeistarakappingini fyri juniorar í Meksiko fyri trimum vikum síðani, eisini eru við í Beograd.
Til EJM í Beograd svimur Pál Joensen 400 metur frí, 800 metur frí og 1500 metur frí. Kári á Høvdanum svimur 50 m rygg, 100 m rygg og 200 m rygg.
40 lond eru við í EJM-kappingini, sum fer fram í Ta?majdan svimjistadion í Beograd. Uttandura hylurin er 50 metrar langur og 20 metrar breiður, og kring hylin er pláss fyri 2500 áskoðarum.
Innleiðandi kappingarnar eru klokkan 08-1100. Og finalurnar eru klokkan 1600-1900, í báðum føri føroyska tíð. Rás2, Sosialurin og Portalurin vera við til EJM í Beograd. Tíðindi frá kappingini vera at frætta í øllum miðlum.