Pál Joensen vann í gjár bronsuheiðursmerki í kappingini "Open EDF de Natation" í París, tá ið hann í finaluni í 400 frí svam teinin uppá 3:51.82. Mads Glæsner, sum vann, svam teinin upp á 3:49.19 og avstralski Edward McKendry brúkti 3:51.27. Pál lá rættiliga trygt nummar tvey eftir teir fyrstu 100 metrarnar, og var heilt tætt tætt við Mads Glæsner. Men Pál byrjaði at dragna í mun til Glæsner, samstundis sum Edward McKendry byrjaði at nærkast aftan í frá. Seinastu 100 metrarnar átti avstraliumaðurin ein spurt sum Pál ikki kundi svara aftur ímóti. Men Pál vann bronsu í París, við eini tíð sum er upp ímóti tíðunum hjá teimum bestu. Á heimasíðuni svimjing.fo stendur, at hann er í tungari venjing í løtuni. Leygardagin bleiv Pál Joensen nummar fýra á 1500 metrum.