Pál Joensen silvur í DM í 800 metrum frí

Pál Joensen tók fyri løtu síðani danska metið á 800 metrum. Samstundis setti danski Mads Glæsner eisini met, og ungi vágbingurin vann tí silvur.

Pál Joensen er nú at finna í absolutta toppinum millum svimjarar í kongaríkinum. Pál Joensen er saman við øðrum av fremstu, føroysku svimjarum við í danska meistaraskapinum í svimjing í Gladsaxe. Fyri løtu síðani svam hann í finaluni í 800 metra frí, har danski OL-svimjarin, Mads Glæsner, var stórfavorittur. Glæsner skal umboða Danmark í Ol í Beijing í august.

Mads Glæsner legði bragliga fyri og var væl fremstur eftir 400 metrar, meðan Pál Joensen var nummar tvey. Men móti endanum svam Pál seg inn á danan, og tá teir vendu á 750 metrum var Pál Joensen fremstur. Síðstu 50 metrarnir vóru ein tvídystur millum Mads Glæsner og Pál Joensen, har danin tá avtornaði vann við einum tíggjundaparti av einum sekundi. Men tíðirnar hjá teimum báðum vóru somikið góðar, at danska seniormetið á 800 metrum varð tikið tvær ferðir. Gamla metið var 7:59:43. Mads Glæsner vann kappingina við tíðini 7:58:86, Pál Joensen var nummar tvey við tíðini 7:58:97. Mads Glæsner og Pál Joensen vóru í serflokki í hesi grein. Nummar trý var danski juniormeistarin, Anders Lie, sum kom á mál við tíðini 8:31:37.

Sostatt tók Pál Joensen danska seniormetið á 800 metrum. Til samanberingar er danska metið fyri juniorar 8:10:74.

Millum áskoðararnar til DM í Gladsaxe vóru donsku krúnprinsahjúnini Frederik og Mary.

Fyrr í dag vann Elspa Mørkøre, sum nú umboðar Danmark, silvur í 200 metra ryggsvimjing við tíðini 2:18:37.