Í beinleiðis sendingini Stjørnukast í Útvarpinum í gjárkvøldið var árið 2007 endavent, tá tað snýr seg um ítrótt og tónleik. Og endabresturin á kvøldinum á Rex var heiðranin av teimum bestu: Ársins Ítróttarnavn og Ársins Tónleikanavn.
Lurtararnir hjá Útvarpinum høvdu við atkvøðugreiðslu gjørt av, at svimjarin Pál Joensen skuldi fáa heiðurin Ársins Ítróttarnavn. Hann fekk 2.267 stig og var framman fyri røðaran Katrin Olsen við 1.566 stigum og svimjaran Elspu Mørkøre við 1.164 stigum.
Somuleiðis hevði atkvøðugreiðsla verið um Ársins Tónleikanavn, og her vann bólkurin Boys In A Band við 1.836 stigum framman fyri Eivør Pálsdóttir við 1.262 stigum og Guðrið Hansdóttir við 999 stigum.