Hóast hetta var fyrstu ferð, at Pál royndi seg í svimjing á opnum vatni, varð tað til eitt fjórðapláss, í kapping við heimsmeistarar og olympiskar heiðursmerkjavinnarar.
Great Swim tiltakið er ein røð av sjónvarpaðum svimjitiltøkum í opnum vatni, har úrvalssvimjarar og rørslusvimjarar kappast í at svimja 1 bretskan míl í vatni, firði ella dokk.
Pál Joensen fekk undir Mare Nostrum kappingini eina innbjóðing frá fyriskiparunum at koma at luttaka afturfyri at tey betaldu alt, íroknað ferð, uppihald, luttøku og vátdrakt.
Úrslitið varð at týski Thomas Lurz vann kappingina hjá monnum, frammanfyri avstralska Ky Hurst og bulgarska Petar Stoychev - allir viðurkendir svimjarar í heimsflokki.
Pál kom inn í hølunum á teimum, sum nummar fýra við tíðini 16 minuttior 47 sekund og 45, frammanfyri belgiska Tom Vangeneugden og fyrstu bretarnar Tom Allen og Dan Fogg.
- Saman um tikið eitt frálíkt úrslit hjá Páli, ið plaserar hann mitt í rúgvuni av teimum sum mynda open water svimjing í dag. Sjálvur heilsaði hann í SMS úr London, at tað var øgiliga ringt at svimja í bólki, »Jé svam skeivt, men 1, 2 og 3 hava yvir 30 árs erfaring ímillum sín«. Sum skilst hevur hann fingið blóð upp á tonnina at royna eisini 5 og 10 kilometrar; men her og nú er málið tó enn tað sama, at gerast so góður sum yvirhøvur gjørligt í vanligum svimjihyli, sigur Svimjisamband Føroya.
Umleið 5000 fólk tóku lut í hesari opnu svimjikappingin.