Føroyski landsliðsleikarin, Pól Jóhannus Justinussen, skeyt í dag einasta málið hjá eykaliðnum hjá AaB í dysti ímóti HB Køge í Reserveholdsturneringen. Mathias Wichmann sendi eitt fríspark inn í feltið, sum Nicholas Godtfredsen stútaði víðari til ein leysan Pól Jóhannus tætt undir málinum, sum skumpaði bóltin seinasta pettið inn um málstrikuna.
Málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki og gjørdist hetta einasta málið í dystinum, sum tískil endaði 1-0 til AaB. Pól Jóhannus og teir eru nú á fremsta plássi í Reserveholdsturneringen, men møguliga er hetta plássið bara til láns, eftirsum FC Midtjylland við einum sigri á SønderjyskE kann stjala plássið aftur.
Um vikuskiftið var Pól Jóhannus Justinussen við í Superliga-hópinum í dystinum ímóti Brøndby, men hann sat á beinkinum allan dystin og ger fyribils mest um seg á eykaliðnum.